IRF – Eftir hvítusunnu er innsavningin forskotin ein dag

Í komandi viku (viku 23) er innsavningin av húsarhaldsposum hjá IRF forskotin ein dag. Hetta merkir, at húsarhaldsposarnir, ið vanliga verða heintaðir mánadag, verða heintaðir týsdagin í staðin, o.s.fr.

Yvirlit yvir, nær posarnir vanliga verða heintaðir, sæst her.

 

Broytingar í Suðuroy

Í Suðuroy verður innsavningin av gráu posunum skipað á henda hátt í komandi viku (viku 23):

Týsdagin, 2. juni: Trongisvágur, Tvøroyri, Ørðavíkarlíð, Ørðavík, Fámjin, Froðba, Hvalba, Nes, Sandvík, Porkeri, Hov.

Mikudag, 3. juni er eingin broyting. Tað vil siga, at gráu posarnir verða heintaðir í Sumba, Lopra, Økrum og Vági.

Hósdag, 4. juni verða hvítu posarnir í sunnaru helvt av oynni heintaðir (Hov Porkeri, Vágur, Lopa, Akrar, Sumba).

 

Eftir hvítusunnu er innsavningin forskotin ein dag

Onnur tíðindi