Jólini 2020

Desembur mánaði hevur verið merktur av hugna, samanhaldi og kreativiteti. Flokslærarnir hava havt sínar flokkar fyrrapartin, har teir hava arbeitt við ymiskum jólaevnum. Næstu vikuna í desember høvdu vit eina “matviku” har vit øll ótu saman á skúlanum í matarsteðginum. Á matarskránni var m.a. kjøtfars, pitabreyð, frikadellir, kjøtfrikadellir, breyð og ymiskur viðskeri. Tann 14. og 15. desember høvdu vit jólaverkstaðir, har næmingarnir vórðu býttir upp í 4 bólkar, ið vóru inni á tveimum verkstøðum hvønn dag. Í ár gjørdu tey undirlag, ið bleiv pakkað inn sum jólagáva til foreldrini. Tey gjørdu konfekt, Rocky Roads, Til og frá merki og jóladekoratión. Bæði næmingar og starvsfólk hugnaðu sær í jólaverkstøðunum. Og sum siður er, endaðu vit við at fara til jólagustænastu, har næmingar í 6. og 7. flokki vóru deknar og klokkarar. Aftaná gudstænastuna fingu næmingarnir jólapakka og fóru so heim í jólaferiu. Vit starvsfólk takka fyri gott samstarv og ynskja øllum eini gleiðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár. Vit síggjast aftur 4. januar kl. 8. 

Aðrar tilvísingar