Kunngerð um broyting í byggisamtykt fyri øki A8 í Norðdepli

Kunngerð um broyting í byggisamtykt fyri øki A8 í Norðdepli

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum broytingaruppskot framlagt til eftirlits.

Talan er um nýggjar ásetingar fyri øki í Norðdepli ætla til sambýli, røktarheim og heilsurøkt.

Tilfar, sum lýsir broytingina liggur frammi á kommunuskrivstovuni og www.hvannasund.fo frá 28. mars 2019 til og við 17. Apríl 2019.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Hvannasunds kommunu skrivliga í seinasta lagi 9. Mei 2019.

Hvannasund 27. Marts 2019

Hvannasunds Kommuna

Onnur tíðindi