KUNNGERÐ
Hervið verður gjørt kunnugt, at atkvøðugreiðslan til kommunuvalið
týsdagin 10. novembur 2020
í Hvannasunds kommunu fer fram í skúlanum á Fossánesi frá kl. 10.00 til kl. 20.00 ella so leingi veljara møta uttan steðg.
Brævatkvøður:
Sjófólk og onnur, sum ikki rokna við at vera heima valdagin, og veljara sum eru burturstaddir uttanlands, kunnu greiða brævatkvøðu í fyrsta lagi 4. mánaðir áðrenn valdagin.
Í øðrum førum skal brævatkvøðan verða avgreidd í fyrsta lagi 1 viku áðrenn valdagin, tað er 03. novembur 2020, og í seinasta lagi 09. novembur 2020 við at venda sær til kommunuskrivstovuna telefon 452007 ella 735899
Heimaval:
Veljara, ið vegna sjúku ella annað, ikki kunnu koma á valstaði, kunnu velja heima í seinasta lagi 09. Novembur, við at venda sær til kommunuskrivstovuna og boða frá hesum áðrenn kl. 14.00 mánadagin tann 09. novembur 2020.
Valkort:
Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna og verða send út við postinum til allar veljarar, ið standa á vallistanum. Um onkur, sum heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt kommunuskrivstovuni frá sum skjótast.
Minnist til at hava valkortið við á val.
Valnevndin fyri Hvannasunds kommunu, 20. oktobur 2020.
Súsanna K. Christiansen, formaður