Kunning – Øll í skúla aftur 18. mai

Allir flokkar og øll starvsfólk møta eftir tímatalvuni mánadagin 18. mai. Vanliga tímatalvan verður galdandi, tó verður handverk og list ikki hesa fyrstu vikuna.

Øll fríkorter verða hildin úti, og tí er neyðugt, at næmingarnir eru ílatnir eftir veðrinum.

Alt virksemi í ítrótti gongur fyri seg úti við spølum ella túrum í náttúruni. Næmingarnir mugu verða ílatnir eftir veðrinum.

Viðvíkjandi reinføri, so skulu vit framhaldandi vaska okkum um hendurnar, tá vit koma í skúla, áðrenn vit fara út í fríkorter, áðrenn vit fara inn aftur í tíma og í sambandi við máltíðir. Og vit skulu minnast til at halda frástøđu. Umráđandi er at allir næmingar hava sítt egna pennahús viđ øllum ambođum í, tí tađ er ikki møguligt at læna frá hvør øđrum. Eisini skulu tit hava allar arbeiđsbøkur og frílesingsbøkur viđ aftur í skúla. Tær bøkur, iđ næmingarnir hava lænt viđ heim, verđa koyrdar í ein kassa og goymdar í 3-4 dagar. Hvør næmingur skal halda seg til sítt fasta pláss í floksstovuni,

Serliga skipað vasking og spritting verður framhaldandi í skúlanum hvønn dag.

Næmingar og starvsfólk, ið hava krím ella kenna seg sjúk, skulu ikki møta í skúla.

Henda skipan er galdandi frá 18. mai og til onnur kunning kemur.

Minnist til:

· Handreinførið er sera týdningarmikið.

Aðrar tilvísingar