Kunning um ferðslu í samband við Royal Run í Klaksvík 1. juni 2019

Leygardagin 1. juni 2019 rennur Krúnprinsurin 10 km í Klaksvík. Hetta er í samband við Royal Run 2019, sum í ár verður skotið í gongd í Klaksvík.

Longu nú eru yvir 3.300 luttakarar, sum hava teknað seg til tiltakið. Klaksvíkar kommuna og Treysti eru sera fegin um hendan serstaka møguleikan, og ynskja at geva rennarum, gangarum og áskoðarum eina ógloymandi uppliving.

Tiltakið kemur at ávirka ferðsluna í býnum hendan dagin. Partar av býnum verða stongdir fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu ávís tíðspunkt, og setir tað eisini avmarkingar fyri borgarar norðanfyri Klaksvík. Víst verður til viðløgdu kort.

Kortið er gjørt í samráð við tilbúgvingina í Norðoyggjum, Landsverk og ferðslutoymið hjá løgregluni.

 

 

Onnur tíðindi