Kunning um leiðreglur til 1. – 3. flokk á Fossánesi


Góðu foreldur og næmingar í 1. – 3. flokki.

Fyrst vilja vit takka fyri forstáilsi seinastu tríggjar vikurnar undan páskum. Hetta hevur verið ein undarlig tíð hjá okkum øllum, men við góðum samstarvi og forstáilsi báðar vegir, ber nógv til.

Nú skúlagongdin byrjar hjá næmingunum í grunddeildini, hava vit hesa kunning til tykkara. Tað er ikki eitt krav, at næmingarnir skulu í skúla aftur, men tey eru øll hjartaliga vælkomin. Har foreldur velja at hava børnini heima, verða tey biðin um at fylgja við undirvísingini á heimasetninginum.

Flokslærararnir hava fingið upplýsingar frá øllum foreldrum, um teirra barn kemur í skúla í komandi viku ella ikki. Hetta er týdningarmikið hjá skúlanum at vita, tí út frá hesum skipa vit okkum. Framyvir verður skipanin tann, at tit innan kl. 12 fríggjadag boða flokslæraranum frá, um broytingar verða í skúlagongdini hjá barni tykkara vikuna eftir. Um barnið heldur fram, hvørt tað er heima ella í skúlanum, nýtist tykkum ikki at boða frá.

Hóast skúlin nú letur upp fyri hesum næmingum, eftir at skúlin hevur verið stongdur síðani 16. mars, koma næmingarnir ikki aftur til somu umstøður, sum tey fóru frá. Vit hava mált út og klistra merkir á gólvið, so næmingarnir síggja hvussu teir kunnu halda frástøðu. Skúladagurin verður nakað broyttur, og vit verða nógv færri á skúlanum. Ætlanin er at vit verða nógv úti eisini. Fyrsta vikan koyrir næstan sum tað plagar, men onkrar broytingar eru. Um vit síggja, at onkrar tillagingar mugu gerast, kunna vit tykkum á heimasetninginum. Vónandi fara tey tó øll at trívast undir hesum broyttu umstøðum.

Um næmingur hevur sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, skulu tit seta tykkum í samband við læknan,hava barnið heima og gera eftir vanligu tilmælunum um sóttarhald. Tit fáa eisini fráboðan frá skúlanum, um onkur í tykkara bólki fær staðfest korona.

Leiðreglur fyri Skúlan á Fossánesi

Skúlin fylgir teimum ráðum, sum Coronaráðgevingin hevur sent skúlanum um frástøðu og reinføri og um hvussu vit ansa eftir okkum sjálvum og hvør øðrum. Harumframt eru hesar serligu leiðreglur galdandi fyri Skúlan á Fossánesi:

• Allir næmingar møta millum kl. 7.50 – 8.10, vit brúka høvuðsinngongina.
• Um foreldrini koyra ella fylgja børnunum, verða tit biðin um ikki at koma inn við teimum.
• Lærarin tekur ímóti, og vegleiðir og hevur eftirlit við at øll spritta sær um hendurnar.
• So hanga tey sín jakka upp í innaru gongini. Vit hava frámerkt hvar hetta er.
• Síðan fer næmingurin til sítt pláss í felagsrúminum, eitt borð til hvønn, navn er á.
• Vit byrja við morgunsang sum vanligt.
• Síðan fara vit í tíma. Hvør næmingur hevur sítt fasta pláss í stovuni. Skúladagurin er til kl. 12
• Gjøgnum dagin verður mint á at vaska og spritta hendur, eisini áðrenn og aftaná fríkorter
• 1. og 2. flokkur brúkar wc-ini uppiá og 3. flokkur tey í kjallarinum
• Næmingar skulu ikki lána t.d. blýantar o.a. frá hvør øðrum.
• Læntar bøkur, verða koyrdar í ein kassa við dato á og goymdar burtur í 3-4 dagar.
• Vit hava matfríkorter kl. 11.20 og næmingarnir fáa mjólk ella vatn frá okkum.

Vit hava øll felags ábyrgd og eina felags uppgávu, um stigvísa og varliga upplatingin av skúlunum skal eydnast. Tí eru vit sera takksom fyri, at tit minna børn tykkara á vanligu reglurnar um frástøðu og reinføri og greiða teimum frá týdninginum av at halda seg til tær leiðreglur, sum eru galdandi í okkara skúla.

Myrna Lind Jacobsen

Aðrar tilvísingar