Kunning um løgtingsvalið 31 august 2019

Gjørt verður kunnugt, at vallistin til Løgtingsvalið 31. august 2019 liggur frammi til alment eftirlit í tíðarskeiðinum 8.- 28. august í vanligari avgreiðslutíð.

Kæra um, at onkur av órøttum er komin á listan, ella onkur ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 30. august verða send kommunustýrinum, sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum.

“Viðvíkjandi valrætti hjá føroyingum, sum lesa uttanlands í sambandi við løgtingsvalið 31. august 2019

Seinasta freist hjá kommununum at taka avgerð um upptøku á vallista av føroyingum, sum lesa uttanlands, er leygardagin 10. august 2019. Heitt verður á allar føroyingar, sum lesa uttanlands, og sum ætla sær at útinna sín valrætt, um at bera so í bandi at søkja um upptøku á vallista skjótast gjørligt.

Til tey, sum flyta av landinum

Í hesum døgum eru eisini nógv, sum flyta av landinum í lestrarørindum. Um hesi vilja útinna sín valrætt, skulu tey antin ikki flyta fyrr enn eftir sjálvan valdagin tann 31. august 2019 ella flyta áðrenn leygardagin 10. august 2019 og samstundis søkja um at koma á vallista í tí kommunu viðkomandi flytur frá.

Um flutt verður av landinum í tíðarskeiðinum millum 10.- og 31. august 2019, hevur viðkomandi ikki valrætt.

 

 

Onnur tíðindi