Kunningarskriv til foreldur nú skúlin byrjar aftur 20. apríl

Góð ráð til foreldur at børnum, sum ganga í 1. til 3. flokki

Fylgir tú hesum ráðunum, kanst tú vera við til at minka um smittuspjaðingina av coronavirusinum.

· Tosa við barnið hjá tær um, hvussu ein best verjir seg og onnur ímóti smittu.

· Greið barninum frá, at hóast skúlin og frítíðaskúlin lata upp aftur, fer gerandisdagurin ikki at vera akkurát líka, sum hann plagdi. Vit skulu enn ansa eftir hvørjum øðrum og royna at forða fyri smittuspjaðing.

· Bið barnið hjá tær vaska hendurnar beinanvegin, tá tað kemur í skúla. Tað skal eisini vera tað fyrsta barnið ger, tá tað kemur heim aftur.

· Lær barnið hjá tær at vaska hendurnar væl og virðiliga og tosa við barnið um, hvussu ein fylgir teimum yvirskipaðu reglunum um reinføri og frástøðu.

· Set barnið av og heintað tað uttan fyri skúlan. Savnist ikki saman í stórum mongdum, t.d. við inngongdina. Halt frástøðu.

· Syrg fyri, at barnið hevur góð klæði við, soleiðis at meginparturin av skúladegnum og tíðini í frítíðarskúlanum kann vera uttandura. Minst til sólkrem, um veðrið er gott.

· Barnið hjá tær skal ikki deila mat við onnur. Gev eitt nú ikki barninum mat, sum tað skal býta út í sambandi við føðingardagar o.tíl.

· Vaska fartelefonir, teldlar, teldur og onnur tól hjá barninum hvønn dag. Sig við barnið, at tað ikki skal deila hesi tólini við onnur.

· Fylg tilmælunum hjá heilsumyndugleikunum viðvíkjandi avtalum um at spæla saman í frítíðini. Ger avtalur við tey somu, fáu børnini, sum hoyra til bólkin hjá barninum í flokkinum.

· Fylg væl við sjúkueyðkennum hjá barninum – um barnið bara hevur eitt lítið tekin um sjúku, skalt tú hava tað heima og ringja til kommunulæknan.

· Um tú sjálvur ert sjúkur, skalt tú halda teg heima, ringja til kommunulæknan og ikki sjálvur koyra barnið í skúla ella heinta tað.

· Um barnið gerst sjúkt, meðan tað er í skúla ella í frítíðarskúla, skalt tú heinta tað alt fyri eitt, og ringja til kommunulæknan

· Fylg við, hvussu barnið hjá tær hevur tað sálarliga og spyr um, hvat tað hugsar um ella stúrir fyri.

Her er leinkið at trýsta á fyri at síggja alt kunningarskrivið frá Coronaráðgevingini nú børnini byrja í skúla aftur.

Standardskriv til foreldur at børnum sum fara í skúla og á stovn

Aðrar tilvísingar