Vegna vánaliga veðurforsøgn verður minningarhaldi, sum skuldi verða við minnisvarðan í Norðdepli sunnudagin 1. novembur, hildið í Skúlanum á Fossanesi.
Minningarhaldið byrjar kl 15.00 við at Ingrid Petersen, borgarstjóri bjóðar vælkomin. Síðani verður felagssangur áðrenn Osvald Sivertsen heldur røðu.
Aftaná eru øll hjartaliga vælkomin til drekkamunn.