Skrá fyri útivikuna 21.-25. juni

13. jun 2021

Mánadagur

kl. 16-22 Krokk verður sett fram á vøllin á Fossanési. Øll eru vælkomin at fara norður at spæla. Hetta er møguligt hvønn dag í útivikuni.

kl. 19 felagssangur á Støð í Hvannasundi. Øll eru vælkomin at taka egna kaffi- og/ella thekannu, koppar og tað, sum har til hoyrir við.

Týsdagur

kl. 16-22 Øll eru vælkomin at fara norð á Fossánes at spæla Krokk.

kl. 15 Klatring við Kaj Eli Sørensen fyri børn í aldrinum 3-12 ár. Hetta verður úti á Rættum, sum er uppi yvir tunnilsmunnanum til Viðareiðis. Øll børn skulu koma við vaksum. Tit tekna tykkum við at trýsta á her og fylla teigarnar út.
Tiltakið endar, tá øll børnini hava klatrað.

kl. 19 Til ber at stuðla NHR við at keypa kaffi og vaflur við kirkjuhúsið

kl. 19 Fótbóltskapping fyri kvinnur á vøllinum í Hvannasundi. Fótbóltskappingin verður skipað soleiðis, at tríggjar verða í hvørjum liði. Tit tekna tykkara lið til her.

Kl. 20 fótbóltskapping fyri menn á vøllinum í Hvannasundi. Fótbóltskappingin verður skipað soleiðis, at tríggir verða í hvørjum liði. Tit tekna tykkara lið til her.

Mikudagur

kl. 16-22 Øll eru vælkomin at fara norð á Fossánes at spæla Krokk.

kl. 17   fótbóltskapping fyri børn verður á vøllinum í Hvannasundi.
Øll børn, sum ynskja at verða við í kappingini møta í góðari tíð. Fótbóltskappingin er ætlað børnum upp til 13 ár.

kl. 19 fer Kaj Eli Sørensen at síga við teimum, sum eru 13 ár og eldri. Hetta verður úti á Rættum, sum er uppi yvir tunnilsmunnanum til Viðareiðis. Tit tekna tykkum til her.
Tiltakið endar, tá øll eru sloppin framat.

Hósdagur

kl. 16-22 Øll eru vælkomin at fara norð á Fossánes at spæla Krokk.

kl. 18 gongutúrur niðan á Fossdal. Vit møtast við parkeringsplássið við Fossá.

Fríggjadagur

kl. 16-22 Øll eru vælkomin at fara norð á Fossánes at spæla Krokk.

kl. 17-20 verður kajakkrógving á sundinum. Fólk frá Kajakk.fo standa fyri tiltakinum og verða á staðnum og greiða frá, hvussu farast skal fram. Tey hava alla útgerð, eisini bjargingarvestar og turrdraktir. Tey koma at verða uppi á landi og úti á sundinum við teimum, sum fara at rógva kajakk.
Aldursmarkið er 7 ár. Børn, sum ætla at rógva Kajakk skulu hava onkran vaksnan við sær.

Seinastu tíðindi

IRF - Innsavningin eftir páskir
03. apr 2024
Kunning - Ruskplássið stongt 30.03.24
28. mar 2024
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvannasundi
27. mar 2024
Kommunuskrivstovan er farin í páskafrí
22. mar 2024
Ungdómskvøld
20. mar 2024
Frá Landsverk
20. mar 2024
Drekkivatnið er reint aftur
20. mar 2024
IRF: Broyting í innsavning­ini Norður um fjall 20.03.24
20. mar 2024
Tillagingar til veðurlagsbroyt­ingar í Føroyum
18. mar 2024
Starvs­fólk til Barnahúsið Imba
14. mar 2024