Seyðatálg til nýggjársljós

23. sep 2021

Í staðin fyri at koyra tálg burtur so kann hon nýtast til nýggjársljós.

Kristian Petersen hevur bjóðað seg fram at standa fyri at smelta tálg til ljós at brúka á nýggjárinum.

·         Um tit hava tálg til avlops í sambandi við fletting, so kunnu tit lata hana í plastsekkir og seta hana uttan fyri kjallaran á Kommunuskrivstovuni. Minst til at binda fyri og merkja sekkin TÁLG. Sigið eisini skrivstovuni frá, tá ið tit seta hana har, so verður hon sett í eitt frystarí, til hon verður nýtt.

·         Tørvur er eisini á blikkum til at stoypa ljósini í. So koyrið ikki tóm fruktblikk, pulvurmjólkarblikk og onnur blikk burtur, men samlið tey í t.d. ein beriposa og sigið Veroniku frá.

Seinastu tíðindi

IRF - Innsavningin eftir páskir
03. apr 2024
Kunning - Ruskplássið stongt 30.03.24
28. mar 2024
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvannasundi
27. mar 2024
Kommunuskrivstovan er farin í páskafrí
22. mar 2024
Ungdómskvøld
20. mar 2024
Frá Landsverk
20. mar 2024
Drekkivatnið er reint aftur
20. mar 2024
IRF: Broyting í innsavning­ini Norður um fjall 20.03.24
20. mar 2024
Tillagingar til veðurlagsbroyt­ingar í Føroyum
18. mar 2024
Starvs­fólk til Barnahúsið Imba
14. mar 2024