Røða hjá Sannu Akurstein

06. des 2021

Í samband við at jólatrøini í Hvannasunds kommunu blivu tendrað, helt Sanna Akurstein hesa røðu: 

 

" Góðu bygdafólk og góðu gestir

Eg vil byrja við at takka fyri møguleikan at sleppa at halda røðu, nú jólatrøini í Hvannasunds kommunu verða tendrað. Eg eri sera errin av at hoyra til her, og eri góð við fólkið her á staðnum! Tí er tað mær ein heiður at sleppa at siga nøkur orð her í kvøld. Vit standa í kvøld, hetta kalda kavakvøld, uttan fyri gamla skúla, mitt í bygdini í Hvannasundi, sum í dag kanska betur er kendur sum “café old school”. Fyrr gingu børnini í bygdini í skúla her. Tá eg var barn, var tað her vit gingu í sunnudagsskúla, og tey seinastu árini hava vit keypt okkum kaffi og nýbakaðar vaflur í caféini. Vit kunnu siga, at hetta er ein bygningur, sum nógv lív hevur verið í gjøgnum ár og dag. Tað sigst, at roynt varð at stovna skúla eystan Múla longu í 1737. Men góð 150 ár seinni, í 1895, var skúlin í Norðdepli bygdur. Her gingu børnini so í skúla, og Hvannasundsbørn vórðu rógvin yvirum sundið í skúla. Hans Pauli Johannesen sigur soleiðis í endurminningum sínum frá 1989, Eg havi ongan dag verið í barnaskúla uttan at vera noyddur at fara og koma aftur í báti tvørtur um ein part av Atlantshavinum fyri at fáa undirvísing. Í dag er tað soleiðis, at verða børn ikki heintað við bili ella bussi við dyrnar og sett av við skúladyrnar, so er ikki lukkuligt.

Í 1932 varð gamli skúli í Hvannasundi bygdur, og hvannasundsbørn fingu undirvísing í heimbygdini. Í dag eiga vit ein snotuligan skúla á Fossánesi. Hesin varð bygdur í 1983. Tað var eitt frambrot tá, at fara frá umstøðunum í teimum gomlu skúlunum til stóran og nútímans skúla. Bygdirnar blivu til eina eind, nú øll børnini gingu í sama skúla, og so fingu lærararnir, á fyrsta sinni, eina lærarastovu. Tá vóru tað áleið 60 næmingar á Fossánesi. Tað var um hetta mundið, í 1982, at míni foreldur fluttu norð í Trongan at búgva. Babba søkti og fekk starv í skúlanum her, og var

hetta ein av orsøkunum til, at foreldur míni, eg kundi sagt av reinari tilvild, fluttu norð í Hvannasund at búgva.

Vit eiga at vera errin av at hava ein so góðan skúla og dugnaligar lærarar í okkara bygdum. At okkara børn hava møguleika at ganga í skúla í nærumhvørvinum. Hetta er nakað, sum avgjørt er við til at halda lív í einari bygd.

Ein regla í sangi, sum Effie Campbell hevur týtt og Jákup Martin Poulsen gjørt lag og skriva niðurlag, ljóðar soleiðis: ljós fyri framman er. Ja, tað er gott at vita sær, at tað er ljós fyri framman, at aftaná hesa myrku tíð, sum hóast alt er ein sera hugnalig tíð, serliga jólahøgtíðin, so fer aftur at vára, og dagarnir gerast longri. Eisini tá lívið tykist sum ein long og brøtt mótbrekka, so er gott at vita, at ljós er fyri framman.

Um hugsað verður um menning og vøkstur, so má sigast, at ljós so sanniliga er fyri framman fyri bygdirnar eystan Múla. Tann 30. september í ár var ein gleðisdagur, tá fyrsta skotið til tunnlar norður um fjall varð latið. Fyri knappari viku síðan vóru 470 metrar borðaðir - ein tíggjunda partur av tunnlunum, og væntað verður koyrandi gjøgnum tunnlarnar á heysti í 2024.

Sum nú er, kunnu vit siga, at tað er eitt sokallað bústaðartrot í teimum størru bygdunum í kommununi, tí nærum onki hús stendur tómt. Fleiri hús standa í gerð, og fyri stuttum boðaði Hvannasunds kommuna frá nýggjari útstykking. Tað tykist at vera attraktivt fyri ungar barnafamiljur at búseta seg her, og tað er millum annað okkara góða ansingartilboðið at takka, har vit ganga á odda við ókeypis barnaansing. Vit eru væl útgjørt við góðum umstøðum og dugnaligum starvsfólkum í barnahúsinum Imba.

Um eina løtu verður jólatræið tendrað. Hetta, at tendra jólatrøð í bygd og býum er ein hugnaligur jólasiður, sum eisini hevur funnið sín veg til Føroya. Í øllum fimm bygdunum í kommununi verða jólatrøð tendrað, og standa øll so vøkur í

jólamánaðanum og lýsa. Ljósini á trøðunum minna okkum á, at Jesus varð borin í heim jólanátt. Stjørnan, sum verður sett á toppin á jólatrøðunum heima í teimum hugnaligu stovunum, minnir okkum á Betlehemstjørnuna, sum vístu vísmonnunum leiðina inn í fjósið, har teir funnu Mariu, Jósef og Jesubarnið. Jesus kom sum eitt ljós, sum skuldi lýsa upp í øllum heiminum. Hetta sama ljós lýsir enn í dag í okkara hjørtum.

Ein barnasangur ljóðar soleiðis:

Tað lítla ljós eg fekk, nú skal tað lýsa bjart

Lýsa bjart, bjart, bjart, lýsa bjart!

 

Við hesum vil eg nýta høvið at ynskja øllum ein hugnaligan jólamánaða og eina friðsæla jólahøgtíð.

Takk fyri, at tit lýddu á.

Sanna Akurstein "

Seinastu tíðindi

Kommunuskrivstovan er stongd 25.04.24
24. apr 2024
Framsýning hjá kvøld- og frítíðarundrivísing­ini verður 25.04.24
24. apr 2024
Starvs­fólk til frítíðarskúlan á Fossánesi
23. apr 2024
IRF - Innsavningin eftir páskir
03. apr 2024
Kunning - Ruskplássið stongt 30.03.24
28. mar 2024
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvannasundi
27. mar 2024
Kommunuskrivstovan er farin í páskafrí
22. mar 2024
Ungdómskvøld
20. mar 2024
Frá Landsverk
20. mar 2024
Drekkivatnið er reint aftur
20. mar 2024