Grunstykki til sølu

02. sep 2022

Hvannasunds kommuna hevur eitt grundstykki til sølu, tað er matrikkul nr. 64l í Hvannasundi. Grundstykki er 501 fermetrar og liggur fram við veg.

Prísurin fyri grundstykki er kr. 69,- fermeturin + tinglýsing oa.

Tað er frí barnaansing í kommununi. Barnagarðurin er í Norðdepli og eitur Barnahúsið Imba. Har er vøggustova, barnagarður og frítíðarskúli. Skúli er eisini í kommununi, skúlin á Fossánesi. Har ganga børnini frá 1. til 7. flokk. Bæði í Hvannasundi og Norðdepli eru nýggj spælipláss og fótbóltsvallir. 

Áhugaði kunnu ringja ella skriva til Hvannasunds kommunu tlf. 452007 teldupost hvannasund@hvannasund.fo 

Seinastu tíðindi

IRF - Innsavningin eftir páskir
03. apr 2024
Kunning - Ruskplássið stongt 30.03.24
28. mar 2024
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvannasundi
27. mar 2024
Kommunuskrivstovan er farin í páskafrí
22. mar 2024
Ungdómskvøld
20. mar 2024
Frá Landsverk
20. mar 2024
Drekkivatnið er reint aftur
20. mar 2024
IRF: Broyting í innsavning­ini Norður um fjall 20.03.24
20. mar 2024
Tillagingar til veðurlagsbroyt­ingar í Føroyum
18. mar 2024
Starvs­fólk til Barnahúsið Imba
14. mar 2024