Barnahúsið Imba søkir eftir starvsfólki

25. jul 2022

Seinasta freist at søkja er 04. august 2022, kl. 12.00

 

Barnahúsið IMBA søkir eftir námsfrøðingi, men um eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í starvið.

Í barnahúsinum IMBA hava vit børn í vøggustovu, barnagarði, skúlabólki og frítíðarskúla.

Starvið er:

·        Eitt námsfrøðiligt starv á 35 tíma viku, í vøggustovuni Áardalur, at byrja 15. august 2022, sí starvsstaður.

Um eingin námsfrøðingur søkir kann hjálparfólk setast tíðaravmarkað frá 15. august 2022 til 09. juli 2023.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:

·        Hevur mildleika, virðing, nærlagni og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum  og starvsfeløgum.

·        Er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevni.

·        Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum.

·        Er sjálvstøðugt, álítandi og nærverandi.

·        Sær møguleikar fram um forðingar

Fysisku karmarnir vit hava eru:
Ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi.
Ein stovn, sum liggur mitt í  náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll.

Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Starvsstaður er Barnahúsið IMBA
Tann, ið settur verður, skal  kunna  starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og/ ella leiðslan hava tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu. Eisini hoyrir ymiskt praktiskt arbeiði við til starvið.

Umsókn við prógvi og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 04. august 2022, kl. 12:00.

Umsóknin skal sendast til teldupost: barn@hvannasund.fo  

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til leiðaran.
Vinarliga, Ingrið Fuglø, leiðari í Barnahúsinum Imba, tlf. 735891

Seinastu tíðindi

Starvs­fólk til frítíðarskúlan á Fossánesi
23. apr 2024
IRF - Innsavningin eftir páskir
03. apr 2024
Kunning - Ruskplássið stongt 30.03.24
28. mar 2024
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvannasundi
27. mar 2024
Kommunuskrivstovan er farin í páskafrí
22. mar 2024
Ungdómskvøld
20. mar 2024
Frá Landsverk
20. mar 2024
Drekkivatnið er reint aftur
20. mar 2024
IRF: Broyting í innsavning­ini Norður um fjall 20.03.24
20. mar 2024
Tillagingar til veðurlagsbroyt­ingar í Føroyum
18. mar 2024