Verið varin í ferðsluni, nú skúlarnir byrja aftur!

17. aug 2022

Kommunurnar og Ráðið fyri Ferðslutrygd minna bilførarar á at vísa serligt ansni, nú børnini fara í skúla aftur

Tann 18. august byrja skúlarnir aftur. Hetta merkir, at tað aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Og fyri umleið 750 børn, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla.

Vit skulu altíð geva bleytu ferðsluni gætur, men tá skúlarnir byrja, skulu vit vera serliga varin. Um hetta mundið kunnu vera fleiri børn, ið eru smá og óroynd í ferðsluni. Tað krevur, at ferðin verður sett niður, og at vit eru gáin.

14 kommunur heingja plakatir upp

Aftur í ár samstarva kommunur og Ráðið fyri Ferðslutrygd um átakið. Við skúlar verða skelti hongd upp, við áheitan um at vísa ansni. Hesaferð varð møguligt hjá kommununum at fáa egið búmerki á plakatirnar og hesum møguleika hava fleiri tikið av.

14 kommunur eru við í átakinum hesa ferð. Hesar eru: Eiðis -, Fuglafjarðar -, Hvalbiar -, Hvannasunds -, Klaksvíkar -, Kvívíkar -, Runavíkar -, Sjóvar -, Sumbiar -, Sunda -, Sørvágs -, Tórshavnar -, Vága - og Vestmanna kommuna.

Tilfar til foreldur

Men skelti gera tað ikki einsamøll. Tí leggur Ráðið fyri Ferðslutrygd upp til, at foreldur fara út í ferðsluna við børnunum at venja tey. Tað krevur venjing og royndir at gera børnini til trygg vegfarandi og at læra tey, hvørjum tey skulu ansa eftir á vegunum.

Tað er tíbetur sjáldan, at børn í føroysku ferðsluni fáa skaða, og hetta er millum annað tí, at foreldur duga væl at ansa eftir teimum, og hesum skulu vit halda fast í.

Tá barnið byrjar í skúla, er hetta ein nýggj støða, og hon krevur at barnið dugir at bera seg rætt at í ferðsluni. Barnið lærir ikki um ferðslutrygd av baksetrinum í bilinum, ella við at hyggja í eina bók. Tí verður mælt til, at foreldur fara út í ferðsluna saman við barninum. Tess meira foreldur og børn venja í ferðsluni, tess raskari verður barnið at ferðast sjálvt.

Allir næmingar í 1. flokki fáa ein súkkluhjálm og faldara við góðum ráðum til trygga atferð í ferðsluni. Eisini eru góð ráð og venjingar at finna á www.rff.fo. Í heyst fáa tey yngstu eisini endurskinsvest. Harumframt er ferðsla kravt undirvísingarevni í skúlanum.

 

 

 

 

Seinastu tíðindi

Starvs­fólk til frítíðarskúlan á Fossánesi
23. apr 2024
IRF - Innsavningin eftir páskir
03. apr 2024
Kunning - Ruskplássið stongt 30.03.24
28. mar 2024
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvannasundi
27. mar 2024
Kommunuskrivstovan er farin í páskafrí
22. mar 2024
Ungdómskvøld
20. mar 2024
Frá Landsverk
20. mar 2024
Drekkivatnið er reint aftur
20. mar 2024
IRF: Broyting í innsavning­ini Norður um fjall 20.03.24
20. mar 2024
Tillagingar til veðurlagsbroyt­ingar í Føroyum
18. mar 2024