Broyting í Byggisamtyktini fyri Hvannasunds kommunu

25. aug 2022

Kunngerð

Við heimild í Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022 hevur Hvannasund bygdaráð á fundi 24. august 2022 samtykt at víðka almennu byggisamtyktina fyri Hvannasunds kommunu soleiðis, at Sethúsaøki "Øki B" í Hvannasundi verður víðkað sum víst á kortiskjali A:

Samstundis er samtykt, at fyri økið sum víst á korti B, verður lýst serstøk byggisamtykt.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um víðkan og um serstøku byggisamtyktina liggur frammi til á heimasíðuni www.hvannasund.fo og á kommunuskrivstovuni frá 29. august til 9. september 2022 í vanligari skrivstovutíð.

Møgulig mótmæli verða at senda Hvannasunds kommunu skrivliga í brævi ella við telduposti til hvannasund@hvannasund.fo í seinasta lagi 30. september 2022.

 

 

 

Seinastu tíðindi

Kunning - Ruskplássið stongt 30.03.24
28. mar 2024
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvannasundi
27. mar 2024
Kommunuskrivstovan er farin í páskafrí
22. mar 2024
Ungdómskvøld
20. mar 2024
Frá Landsverk
20. mar 2024
Drekkivatnið er reint aftur
20. mar 2024
IRF: Broyting í innsavning­ini Norður um fjall 20.03.24
20. mar 2024
Tillagingar til veðurlagsbroyt­ingar í Føroyum
18. mar 2024
Starvs­fólk til Barnahúsið Imba
14. mar 2024
Bakteriur í drekkivatninum
13. mar 2024