Útlutan av lendi til sethúsa- og bústaðarbygging Undir Gerðhamri í Hvannasundi

30. sep 2022

Vísandi til kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn lýsir Hvannasunds kommuna byggiøkini 1-14, sum lýst í útstykkingarætlanini ‘Undir Gerðhamri’ á matr. nr. 5e til sølu.

Talan er um útluting av stykkjum innan fyri ásettu byggiøkini 1-14 í ætlaðu nýggju útstykkingini ‘Undir Gerðhamri’ í Hvannasundi.

·         Krøv sambært ætlaðu serstøku byggisamtyktini fyri økið.

·         Krav til grundøki pr. íbúð: 100m²

·         Mest loyvda ábygging fyri tví- og raðhús 40%

·         Mest loyvda ábygging fyri sethús 35%

·         Atkoma til útstykkingina er frá Sundsvegi

 

Víst verður eisini til almennu byggisamtykt kommununnar og bygningskunngerðina 2017 (BK17).

Byggiøkini verða lýst til sølu svarandi til ásetingarnar í galdandi serstøku byggisamtykt – fyri kr. 200,- m².

Meting av innkomnu umsóknunum um keyp av byggilendi tekur støði í innsendu uppskotunum.

Byggingin á økinum skal verða byrjað í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at økið er tinglisið í navni keyparans.

Keyparin rindar kostnað fyri møguligum sundurbýti til eigaraíbúðir.

Verkætlanin verður knýtt í verandi kloakk- og vatnskipan (íbindingargjald), meðan keyparin sjálvur skipar fyri veitingum á sjálvum grundøkinum.

Upplýsingar um útlutaðu byggiøkini og komandi útstykkingina v.m. kunnu fáast til vega við at venda sær til kommunuskrivstovuna hjá Hvannasunds kommunu á telefon 452007 ella við at senda teldubræv til hvannasund@hvannasund.fo.

Í §6 í somu kunngerð (nr. 122) stendur kommununi frítt at velja millum innkomin tilboð ella at vraka øll.

Skrivlig tilboð skulu – saman við lýsing av byggiætlanini (sum niðanfyri) og váttan um fígging – verða kommununi í hendi í afturlatnum brævbjálva í seinasta lagi 4. november 2022, viðmerkt á brævbjálvan: Bygging Undir Gerðhamri.

Fyri íbúðarbygging:

·         Upplýsing um hvørji byggiøki tilboðið fevnir um.

·         Skitsuuppskot av ætlaðari bygging, lýsing av tali og stødd av íbúðum.

·         Lýsing av ætlaðari orkuskipan fyri byggingina.

·         Váttan um fígging til fremjan av verkætlanini.

Fyri sethúsabygging:

·         Upplýsing um hvørji byggiøki umsóknin fevnir um.

·         Skitsuuppskot av ætlaðari bygging.

Innkomin boð verða viðgjørd í trúnaði, inntil avtala fyriliggur um sølu/útlutan.

 

 

Seinastu tíðindi

IRF - Innsavningin eftir páskir
03. apr 2024
Kunning - Ruskplássið stongt 30.03.24
28. mar 2024
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvannasundi
27. mar 2024
Kommunuskrivstovan er farin í páskafrí
22. mar 2024
Ungdómskvøld
20. mar 2024
Frá Landsverk
20. mar 2024
Drekkivatnið er reint aftur
20. mar 2024
IRF: Broyting í innsavning­ini Norður um fjall 20.03.24
20. mar 2024
Tillagingar til veðurlagsbroyt­ingar í Føroyum
18. mar 2024
Starvs­fólk til Barnahúsið Imba
14. mar 2024