Væleydnað tailendskt tiltak

30. okt 2022

Fríggjakvøldið tann 28. oktober varð skipað fyri tailendskum hugnakvøldi á skúlanum á Fossánesi. Áleið 170 fólk komu til tiltakið.

Byrjað var kl. 17 við tailendskum mati: glasnudlum við høsnarunga, rísi og varrullum. Síðan var møguleiki at keypa sær kaffi og kaku frá næmingum í 6. og 7. flokki.

Á skránni var eisini ein Kahootkapping. Ida Bjørg Hansen gjørdist hepni vinnarin av kappingini.  

Næmingar og lærarar á skúlanum á Fossánesi hava vikuna fram til tiltakið havt eina tailendska evnisviku, har tey hava gjørt plansjur um bæði tailendskan mat, djór, átrúnað, fruktir o.s.fr. Eisini hava tey evnað, teknað og málað ymiskt, millum annað ein stóran fíl.

Í Barnahúsinum Imba høvdu børn og starvsfólk eisini gjørt burtur úr við at klippa, líma plansjur. Alt hetta var at síggja í framsýningarrúminum, sum var opið á tiltakinum.

Børn og vaksin gjørdu eisini brúk av verkstovu, sum næmingarnir høvdu lagt til rættis, har møguleiki var at tekna og perla ymiskt tailendskt. 

Tiltakið var eitt samstarv millum tær tailendsku kvinnurnar í kommununi, kommununa, skúlan og dagstovnin. 

 

 

Seinastu tíðindi

Kunning: ruskplássið er stongt 27.04.24
25. apr 2024
Kommunuskrivstovan er stongd 25.04.24
24. apr 2024
Framsýning hjá kvøld- og frítíðarundrivísing­ini verður 25.04.24
24. apr 2024
Starvs­fólk til frítíðarskúlan á Fossánesi
23. apr 2024
IRF - Innsavningin eftir páskir
03. apr 2024
Kunning - Ruskplássið stongt 30.03.24
28. mar 2024
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvannasundi
27. mar 2024
Kommunuskrivstovan er farin í páskafrí
22. mar 2024
Ungdómskvøld
20. mar 2024
Frá Landsverk
20. mar 2024