Piparkøkuhúskapping

02. des 2022

Eins og undanfarna ár verður skipað fyri piparkøkuhúskapping!

Húsini skulu vera klár fríggjadagin tann 16. desember og latast inn í Café Old School millum kl. 17-18.

Myndir av húsunum verða at síggja inni á facebookbólkinum "Vit í tronganum" og eisini ber til at spáka sær ein túr framvið Café Old School og kaga inn gjøgnum glashurðina fyri at síggja vøkru og hugnaligu piparkøkuhúsini.

Sunnudagin tann 18.desember kl. 17-18 eru øll vælkomin inn í Café Old School at atkvøða upp á vakrasta piparkøkuhús. 

Vinnarin verður funnin tann 18. desember og vinnuringurin er ein lekkur jólakurv.

 

Treytir:

Húsini skulu vera gjørt úr piparkøkudeiggi - heimagjørt ella keypt.

Latast inn fríggjadagin tann 16. desember millum kl. 17-18 í Café Old School.

Skulu avheintast aftur sunnudagin tann 18. desember kl.20 í Café Old School.

 

Vinaliga

Trivnaðarnevndin

Seinastu tíðindi

Ólag á vatninum í Hvannasundi
17. mar 2023
Vatn - lítið trýst á vatninum
16. mar 2023
Kavarudding - Dagføring
16. mar 2023
Pilates
15. mar 2023
Kavarudding
14. mar 2023
Kunning frá IRF -Innsavningin nógv tarnað hesa vikuna
14. mar 2023
NBH - Kunning um nýggj brúkaragjøld
02. mar 2023
Barnahúsið IMBA søkir eftir starvs­fólki
27. feb 2023
Spælidagur á Fossánesi
23. feb 2023
Kunning frá IRF - Broytingar í innsavningini
20. feb 2023