Røða hjá Signu Ellebye

02. des 2022

Í samband við at jólatrøini í Hvannasunds kommunu blivu tendrað, helt Signa Ellebye hesa røðu:

 

Góðu bygdafólk og avbygdafólk

Fyrst av øllum vil eg siga stóra takk fyri heiðurin at halda røðu, nú vøkru jólatrøini í Hvannasunds kommunu verða tendraði.

Hetta var ein annaðleiðis, avbjóðandi men eisini stuttlig uppgáva at fáa litið upp í hendurnar.

Eg havi hugsað tankan um, hví eg eri spurd til hesa røðu, nú tá jólatræið verður tendrað í Depli, og hví eg skal siga ja. Men uttan at fara so langt aftur í familjuviðurskifti, so havi eg røtur til Depils, tí langomma mín, Marianna Poulsen, fødd. Justesen, var ættað her úr Depli. So kunnu tit sjálvi meta um, um tit halda, at tað er ein nóg góð grundgeving.

Mær er fortalt, at tað var trupult at fáa grundstykki í Hvannasundi, og av tí sama, búsettist oldurabbi, Niklas Justesen, í Depli í 1884, og her bleiv so langomma fødd, og her vaks hon upp. Húsini, sum hann bygdi, stóðu umleið har, sum Petra býr í dag. Eg haldi tó ikki, at tað er líka trupult at fáa grundstykkir í Hvannasundi í dag, sum tað var tá.

Abbasystir, Ninna Christiansen, segði mær, at langomma plagdi at siga, at í Depli vóru sniglar, sum høvdu kúvingar (sniglahús) á. So tað kundi hent, at eg fari á sniglaveiðu við mínum næmingum, tá árstíðin er til tað. So tit mugu gjarna siga frá, um tit vita eitt gott snigla-mið.

Abbi, Jústinus Poulsen, segði eina stuttliga hending, um tá langabbi og aðrir skuldu fara í hjallin her í Depli, og at teir komu í hóslag við ein tarv, sum var so illur, at teir onki annað kundu gera enn at vera verandi inni í hjallinum. Men hvat, tarvurin lá og vardi har rundanum hjallin, og hann snoddaði inn ímillum rimarnar, so teir sluppu ikki útaftur. Jústi, langommubeiggi, finnur eina byrsu og skjýtur eitt skot, tó uttan høgl. Og til alla lukku strýkur tarvurin avstað í berum bangilsi.

 

Um vit nú hugsa um orðið depil. So kunnu vit siga, eisini sambært Sprotanum, at ein depil er eitt punkt. Eitt punkt, sum eisini kann samansetast við m.a. brenni-depil, snúnings-depil og mið-depil. Og onkursvegna tykist tað at vera serliga hóskandi, at vit eru saman her í Depli í kvøld, og tendra vakra jólatræið. Jólatræið, sum eisini hevur eitt pláss, sum er eitt punkt, ein mið-depil, sum vit samlast um í dag. Men eisini heima eru jólatrøini ein depil ella mið-depil, sum savnar okkum saman við okkara kæru, í jólaprýddu stovunum á jólum.

Siðurin, við jólatrøum, sum vit kenna hann í dag, hevur sín uppruna í Týsklandi fyri eini 500 árum síðani. Onkur kelda vil vera við, at sjálvur Martin Luther var tann fyrsti, sum tók eitt træ inn og prýddi tað, meðan aðrar keldur siga, at tað ikki kann sigast júst at vera Martin Luther, men, at tað byrjar í hansara samtíð. Eg skal ikki gera meg heilt klókan um hetta, men boðskapurin við jólatrænum er sera vakur.

 

Træið sjálvt er lívisins træ. Men tá Adam og Eva syndaðu í Edens hava, misti menniskju atgongdina til træið. Men tá Jesus doyði á krossinum, fekk menniskja aftur atgongd til lívsins træ. Tí er træið ímyndin av endurføðingini og æviga lívinum.

Stjørnan minnir okkum á stjørnuna, ið stóð yvir Betlehems bý fyri 2000 árum síðani, og sum vísti vísmonnunum vegin til Jesusbarnið.

Gávurnar minna okkum á gávurnar, sum vísmenninir bóru Jesubarninum.

Litríku og ofta skínandi kúlurnar, og sum eru rundar, skulu ímynda ævinleikan og tað fullkomna.

Einglarnir, sum bóru gleðiboðini til seyðamenninir, verja og vælsigna okkum.

Keturnar ímynda samanhald og eru ein áminning um, at familjur eru knýttar saman av kærleika.

Ljósini skulu minna okkum á, at Jesus er ljós heimsins. At hann kom sum eitt ljós til ein myrkan og vónleysan heim, og gjørdist vónin, bjargingin fyri menninskja.

 

Eg dugi illa at ímynda mær eini jól púra uttan jólatrø, uttan ljós ella jólaprýði sum heild. Eini jól uttan gleðiboðskapin og uttan, at vit minnast, hvør Jesus er fyri okkum. Uttan hugnan og gleðina og nærleikan sum jólini, sum vit kenna tey, eru.

Hvussu hugnaligt er tað ikki at síggja gamla bóndagarðshúsið, og um eina løtu jólatræið, prýtt við jólaljósum og onkursvegna senda okkum eina jólaheilsan, tá vit fara framvið.

Og hóast vit eru í myrkastu tíðini í árinum, so tykist tað onkursvegna ikki at vera myrkasta tíðin. Vit gerast upptikin av at koma hvørjum øðrum við. At brúka tíð uppá at vera saman við familju og vinum, gleða hvønn annan við gávum, vitja hvønn annan, matgera og stákast heima, fara til jólatiltøk, heingja jólaprýði upp, pynta jólatræ, og so eru tað summi sum leggja hart fyri við at prýða meturvís av ljósketum runt um húsini og royna at vera tey seinastu at sløkkja tey eftir jólini.

Hendan góða og hugnaliga tíðin, tá vanligu skúlabøkurnar verða lagdar eitt sindur til síðis, tí nú skulu jólasangir og jólasøgur finnast fram, og ikki minst jólaleikirnir. At síggja fittu og lívsjáttandini barnaandlitini glógva og smíla eftir at hava framført fyri familju og vinum, og onkurvegna kláraðu tað avbera væl, eftir tógvi stríð við at vant leikin umaftur og umaftur, eftir nógvar nervar, eftir at nógv orka og tíð er løgd í framførsluna. Kenslan av at megna tað, og at vera saman um tað, og at gera ella skapa nakað vakurt.

Henda tíðin, tá vit minnast, hví vit halda jól, tá ljósið kom í heimin, tá menniskja fekk eina vónríka framtíð, eitt ævigt lív.

 

Latið okkum goyma hesar løturnar, minnini, hesar tankarnar í okkara hjarta, eisini tá jólini eru av.

 

Til seinast vil eg nýta høvi at ynskja tykkum øllum eini góð, gleðilig og friðsæl jól.

Takk fyri, at tit lýddu á.

Seinastu tíðindi

Kommunuskrivstovan er stongd 25.04.24
24. apr 2024
Framsýning hjá kvøld- og frítíðarundrivísing­ini verður 25.04.24
24. apr 2024
Starvs­fólk til frítíðarskúlan á Fossánesi
23. apr 2024
IRF - Innsavningin eftir páskir
03. apr 2024
Kunning - Ruskplássið stongt 30.03.24
28. mar 2024
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvannasundi
27. mar 2024
Kommunuskrivstovan er farin í páskafrí
22. mar 2024
Ungdómskvøld
20. mar 2024
Frá Landsverk
20. mar 2024
Drekkivatnið er reint aftur
20. mar 2024