Nýggj spælipláss í Hvannasunds kommunu

Bygdaráði hevur í longri tíð arbeitt við at eini ætlan, um at dagføra spæliplássi við kommunuskrivstovuna, at gera ein  nýggjan spælivøll omanfyri kirkjuna, og nýggan spælivøll og spælipláss oman fyri flakavirki í Norðdepli.

Nú eru vit komin so langt, at byrja verður at grava út fyri spæliplássunum í komandi viku. Byrja verður við at grava út í Norðdepli týsdagin 2. juni, síðan oman fyri kirkjuna, og at enda við kommunuskrivstovuna. Hetta hevur við sær, at tað verður nakað av tungari ferðslu í bygdunum komandi 2-3 vikurnar. Vónandi verður hetta ikki til stóran ampa fyri borgarnar. Eg fari hervið at biða tykkum taka atlit til hvønn annan, og hava tol, so leingi arbeiði varir.

Ætlandi verða nýggju spæliplássini sett upp í august, so í summar verður onki spælipláss í Hvannasundi. Møguleiki er tó at nýta leikurnar við Imba, tá stovnurin er stongdur, og vøllin og reiggjurnar við skúlan á Fossanesi.

 

Onnur tíðindi