Reglur
Matur/matpakkar:
80% av matpakkanum eigur at vera góður kostur. Dømi: Rugbreyð við viðskera, viðskerin til rugbreyði kann eisini vera sjokoláta viðskeri, ella smyrjiðsjokoláta, døgurða restir og grønmeti. Barni kann hava okkurt lekkurt í matpakkanum, men eigur tað bert at fylla 20%.
Saft/sodavatn:
ikki er loyvt at hava saft/sodavatn, /juice/sunkist við á stovnin, vit fáa vatn, mjólk + te munn at drekka hvønn dag + onkuntíð saft
Slikk/tyggigummi:
barni eigur ikki at hava slikk og tyggigummi við á stovnin. Til føðingardagar gera vit undantak, tá kunnu børnini bjóða eitthvørt.
Morgunsangur/morgunmøti:
Vit hava morgunsang/morgunmøti kl. 09.40, tá singja vit 2 til 4 sunnudagsskúla sangir og biðja faðirvár
Leikur við:
Góðu tit í varða av børnunum, starvsfólkið átekur sær ikki ábyrgd av leikum barni hevur við, og kunnu ikki leita eftir leikum, ið barni hevði við, tá barni verður avheinta.
Rulliskoytur + hjálmur kunnu takast við, men um tað ikki riggar at rulluskoyta verður í garðinum, fáa tit nýggj boð um tað, ábyrgdin er, sum við øllum leikum.
Leikur, ið ikki eru loyvdar at hava við:
Eingi vápn tí børnini finna sjálvi uppá vápn á stovninum, og vit eiga træ byrsur og annað.
Súkklur, ið børnini eiga kunnu ikki koma inn í garðin.