Ruddingardagur 2020

Ætlanin er, at árligi ruddingardagurin í Hvannasunds kommunu verður mikukvøldið 20 mai.

Tó verður tiltakið skipa nakað annaðleiðis enn undanfarin ár, við tað at vit fylgja tilmælunum, um frástøðu og hondreinføri, í samband við korona.

Vit fara tí bert at savnast einaferð at eta saman, og verður hetta uttandura.

Vit møtast við Skúlan á Fossanesi kl 17, har vit bjóða okkurt til matna.

Farið verður síðan at rudda í bygdunum. Býtið tykkum í smáar bólkar. Handskar og sekkir verða at fáa við skúlan. Alt órudd verður savnað í sekkir/rúgvur fram við vegnum, so bilur kann koma at heinta hetta. Óruddið má býtast upp í tað, sum brennir og tað, sum ikki brennir.

Hendan løtan er ikki ætlað til at rudda á egnum øki, úr egnum bilhúsi, kjallara, hjalli og øðrum.

Sum undanfarin ár bjóðar kommunan borgarunum plantupakkar. Plantupakkarnir kunnu heintast á kommunuskrivstovuni millum kl. 18 og 20.

Onnur tíðindi