Ruddingardagur 2021

Várið 2021 gjørdist bæði kalt og ofta ótýdligt. Og tessvegna hevur verið bíðað eftir betri veðri og vónandi lýkku eisini. Neyðugt er eisini at taka atlit til útivikuna, sum verður 25.-28. mai.

Nú er kortini so langt útliðið – so nú er avgerð tikin um, at ruddingardagur verður týsdagin 1. juni.

Vit fara at nýta leistin frá í fjør at savnast úti norðuri við Skúlan á Fossánesi týsdagin 1. juni kl. 17, har vit bjóða okkurt til matna.

Farið verður síðan at rudda í bygdunum. Býtið tykkum í smáar bólkar. Handskar og sekkir verða at fáa við skúlan. Alt órudd verður savnað í sekkir/rúgvur fram við vegnum, so bilur kann koma at eftir tí. Óruddið má býtast sundur í tað, sum brennir og tað, sum ikki brennir.

Til teirra, ið vilja byrja at rudda frammanundan:

Til ber eisini at koma eftir sekkjum og handskum á Kommunuskrivstovuni í arbeiðstíð og sjálvan ruddingardagin til kl. 16.

Nærri verður at frætta um plantur seinni.

Hvannasunds kommuna

 

Onnur tíðindi