Ruddingardagurin, sum varð lýstur at verða mikudagin 20 mai, verður í staðin í morgin 19 mai.
Vit møtast við Skúlan á Fossanesi kl 17, har vit bjóða okkurt til matna.
Farið verður síðan at rudda í bygdunum. Býtið tykkum í smáar bólkar. Handskar og sekkir verða at fáa við skúlan. Alt órudd verður savnað í sekkir/rúgvur fram við vegnum, so bilur kann koma at heinta hetta. Óruddið má býtast upp í tað, sum brennir og tað, sum ikki brennir.
Hendan løtan er ikki ætlað til at rudda á egnum øki, úr egnum bilhúsi, kjallara, hjalli og øðrum.
Sum undanfarin ár bjóðar kommunan borgarunum plantupakkar. Plantupakkarnir kunnu heintast á kommunuskrivstovuni millum kl. 18 og 20.