Skúlagongdin aftaná páskir

Góðu foreldur og næmingar

Boðað verður hervið frá, at skúlarnir stigvíst lata upp aftur mánadagin 20. apríl 2020. Sostatt verður eingin undirvísing í fólkaskúlanum fyrr enn 20. apríl. Dagarnir frá 14. til 17. apríl skulu nýtast til at ráðleggja komandi undirvísing, tá skúlin letur upp aftur.

1. – 3. flokkur

Í fyrstu atløgu verður vanliga skúlagongdin tikin upp aftur mánadagin 20. apríl fyri næmingum í grunddeildini. Tað er frá 1. til 3. flokk. Tað verður tó ikki eitt krav, at næmingarnir í grunddeildini møta í skúla, men at foreldrini taka avgerð um hetta, og at næmingar, sum ikki koma í skúla, fáa undirvísing heima.

4. – 7. flokkur

Næmingar í 4. – 7. flokkur fara ikki í skúla fyribils. Teir fara framhaldandi at fáa heima- og fjarundirvísing, sum kunnað verður um seinni. Undirvísingin heldur fram til 18. juni 2020, um eingi onnur boð koma frá politisku myndugleikunum um, at næmingarnir kunnu fara aftur í skúla.

Landsroyndirnar

Landsroyndirnar í 4. og 6. flokki verða fluttar til í september 2020, men verða fyri somu næmingum, sum skuldu farið til landsroynd í vár. Næmingarnir ganga tá í 5. og 7. flokki.

Annað

Havandi í huga, at viðurskiftini broytast skjótt, kunnu broytingar koma fyri í mun til tað, ið nú verður sett út í kortið við undirvísing.

Í døgunum 14. – 17. apríl, fer skúlin at skipa og ráðleggja undirvísingina. Í hesum sambandi verður kunnað á heimasíðuni og í vikuætlanini hjá næmingunum. Vit fara at heita á tykkum um at fylgja við á heimasíðuni.

Vinarliga
Myrna Lind Jacobsen

Aðrar tilvísingar