Skúlagongdin avlýst frá fríggjadegnum 13. mars

Góðu næmingar, foreldur og avvarandi.

Eftir tilráðing frá Mentamálaráðnum steðgar øll skúlagongd frá fríggjadegnum 13. mars og tvær vikur fram.

Mynduleikarnir mæla til at vit øll vísa størsta varsemi og at taka tey atlit, serfrøðingar mæla til, í álvara. Støðan krevur av okkum øllum, at vit eru serliga umhugsin og ábyrgdarfull komandi tíðina.

Foreldur at næmingum í 1., 2. og 3.flokki, sum starvast á serliga avgerandi økjum, og sum ongan møguleika hava fyri ansing annars, kunnu seta seg í samband við leiðslu skúlans sum skjótast. Ringjast kann á tlf. 735894. Víst verður annars til kunning á ummr.fo

Kunning næstu dagarnar verður umvegis heimasíðu skúlans.

Aðrar tilvísingar