Skúlin

Skúlin á Fossánesi

Skúlin hjá Hvannasunds kommunu liggur nakað burtur frá húsum í tí sera vakra umhvørvinum á Fossánesi norðan fyri byrgingina Borðoyarmegin.

Hann varð tikin í nýtslu í november 1983, og var, tá hann varð bygdur, ein sera vælútgjørdur og framkomin skúli.

Skúlin er útgjørdur við stovum til træsmíð, hondarbeiði, náttúru & tøkni, heimkunnleika og bókasavn.

Umframt stovurnar hevur skúlin eisini eina góða fimleikarhøll.

Í 2007 var farið undir at útbyggja skúlan og hetta arbeiði var liðugt í 2009, so skúlin hevur nú eisini 4 vanligar stovur við øllum nýmótans hentleikum og 2 serstovur.

Á sumri 2002 varð fótbóltsvøllur lagdur við skúlan. Til støddar er hann sum ein hálvur fótbóltsvøllur, og FSF hevur góðkent vøllin at brúka til kapping millum tey yngru.

Umleið 30 børn ganga í skúlanum á Fossánesi, og tað ber í sær, at skúlin er trýflokkaður. Skúlaárið 2018-2019 eru  1. 2. og 3.  lagdir saman, 4. og 5. saman og tað eru 6. og 7. eisini.

Fimm lærarar eru við skúlan og tveir stuðlar.

Samband

Myrna Lind Jacobsen er fyrstilærari, og hon er at hitta á skúlanum á tel.  452 120 / 253263

Ætlar tú at leiga fimleikahøllina, kanst tú venda tær til Sigbjørg K. Olsen á tel. 735 892. Skalt tú leiga allan skúlan, má umsókn sendast kommununi.