Søgan

Hvannasunds kommuna var í 1872 partur av Norðoya Prestagjalds kommunu.

Í 1908 fór Hvannasunds kommuna uppi í Viðareiðis, Fugloyar og Svínoyar sóknar kommunu.

Í 1950 gjørdust tær seks bygdirnar við Hvannasund til Hvannasunds kommunu. Hesar seks bygdirnar eru: Múli, Fossá, Norðdepli, Depli, Norðtoftir og Hvannasund.

Fossá (nú avtoftað) og Norðdepli eru niðursetubygdir frá 1866-68. Hinar fýra bygdirnar eru aldargamlar. Múli er nevnd í Hundabrævinum frá 1300-talinum. Í Depli stendur friðaður garður. Hesin er frá 1815.

Hvannasunds kommuna er sum flestu gomlu kommunur í Føroyum broyttar frá gamla bóndasamfelagnum til fiskivinnu- og ídnaðarsamfelag.
Vinnulívið í kommununi er nærum alt alivirksemi og útróður. Havnaviðurskiftini eru góð.

Í 1963 varð flakavirki bygt í Norðdepli. Síðani bergholini vóru gjørd í 1967, er samvinnan við klaksvíkingar vorðin sera stór. Virksemi á flakavirkinum í Norðdepli flutti í 2014 til Leirvíkar og síðani hevur onki flakavirksemi verið í Norðdepli.

Trý stór alibrúk eru í kommununi, tvey sunnanfyri byrgingina og eitt norðanfyri byrgingina. Øll hava landstøðir í Hvannasunds Kommunu. Á Norðtoftum er stór smoltstøð og í løtuni (2019) eru ætlanir um stórar útbyggingar.

Samferðslukervið í kommununi er væl útbygt. Koyrandi er millum allar bygdir í kommununi. Í 1974 kom byrging um Hvannasund, so Borðoyggin og Viðoyggin vórðu samanbundnar. Rutubáturin út til Svínoyar og Fugloyar siglir út frá Hvannasundi.

Sjálvt um roynt varð at stovna skúla eystan Múla í 1737, kom ikki gongd á fyrr enn í 1835. Tá fór viðingur, giftur á Toftum (Norðtoftum), at lesa við børnunum á Toftum, Depli og Múla. Í 1837 fór annar viðingur at lesa við børnunum á Viðareiði og Hvannasundi.

Í 1895 varð skúli bygdur í Norðdepli, og hesin stendur uppi enn. Børnini í Hvannasundi vórðu rógvin í skúla, og hini noyddust at ganga. Skúli varð so aftur bygdur í Hvannasundi í 1932. Hesin húsar í dag Café Old School.

Í 1983 varð nýggjur skúli bygdur á Fossánesi, og her ganga nú øll børnini í kommununi í skúla til og við 7. skúlaár. Skúlabørnini í framhaldsdeildini verða koyrd til Klaksvíkar.