Starvsfólk til barnahúsið IMBA – Endurlýsing

Barnahúsið Imba søkir eftir einum pedagogi til eitt stuðuls starv. Um eingin pedagogur søkir verður hjálparfólk sett ístaðin.

Barnahúsið IMBA  lat upp 1. apríl 2012.
Í barnahúsinum IMBA hava vit børn í: vøggustovu, barnagarði, forskúla og frítíðarskúla.

Vit kunnu bjóða tær:

eitt starv á 20 tíma viku, frá 15. August 2019 til 30. Juni 2020, báðir dagar íroknaðir.
Starvið er til frítíðarskúlan, so allir dagar liggja seinnapart  og áleið tveir dagar byrja kl. 11:15.

Sí annars undir Starvsstaður.

Søkt verður eftir einum stuðli, sum:
Hevur, mildleika, virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum  og starvsfeløgum

er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevnir.

hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum

er sjálvstøðugt, álítandi, nærverandi  og nærlagt.

sær møguleikar fram um forðingar.

Vit kunnu bjóða:

ein nýggjan stovn við arbeiðssomum starvsfólki

ein stovn við góðum uttandura spæliplássi

ein stovn, ið liggur mitt í  náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll

Setanarviðurskifti:

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Starvsstaður er Barnahúsið IMBA,

tann, ið settur verður, skal  kunna starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin hevur  tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar

Umsókn við prógvi, og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 13.08. 2019, kl. 10.00

Nærri kunning um starvi fast við at ringja til leiðaran, tlf. 735891

Umsóknin skal sendast til:

t-post: barn@hvannasund.fo

Aðrar tilvísingar