Starvslýsing – Barnahúsið Imba

 

Barnahúsið IMBA  søkir eftir:
einum pedagogi og einum hjálparfólki at byrja 17. august 2020

Í barnahúsinum IMBA hava vit børn í: vøggustovu, barnagarði, skúlabólk og frítíðarskúla.

Vit kunnu bjóða tær:
Eitt pedagogstarv á 30 tíma viku í vøggustovu, sí starvstreytir undir Starvsstaður. Um eingin pedagogur søkir, kann hjálparfólk vera sett tíðaravmarkað í pedagogstarvið.
Eitt hjálparfólkastarv á 30 tíma viku í barnagarðsstovu, sí starvstreytir undir Starvsstaður.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:
hevur, mildleika, virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum  og starvsfeløgum

er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevnir.

hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum.

er sjálvstøðugt, álítandi, nærverandi  og nærløgd/ur

sær møguleikar fram um forðingar.

Vit kunnu bjóða:
ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi
ein stovn, ið liggur mitt í  náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll

Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Starvsstaður er Barnahúsið IMBA,
tann, ið settur verður, skal  kunna  starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og leiðslan, hevur  tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar.

Umsókn við prógvi, og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 05. august 2020, kl. 22:00

Nærri kunning um starvið fast við at ringja til leiðaran, tlf. 735891

Umsóknin skal sendast til:  t-post: barn@hvannasund.fo

Onnur tíðindi