Starvslýsing Barnahúsið Imba

Barnahúsið IMBA søkir eftir:

Einum pedagogi at byrja 08. mars 2021. Um eingin pedagogur søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv, frá 08. mars 2021 til 04. mars 2022 Í barnahúsinum IMBA hava vit børn í: vøggustovu, barnagarði, skúlabólk og frítíðarskúla.

Vit kunnu bjóða tær:

Eitt pedagogstarv á 35 tíma viku í vøggustovu, sí starvstreytir undir Starvsstaður Søkt verður eftir starvsfólki, sum: hevur mildleika, virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevnir hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum er sjálvstøðugt, álítandi, nærverandi og nærløgd sær møguleikar fram um forðingar

Vit kunnu bjóða:

Ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi ein stovn, ið liggur mitt í náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll

Setanarviðurskifti:

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Starvsstaður er Barnahúsið IMBA

Tann, ið settur verður, skal kunna starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og leiðslan hevur tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu. Eisini hoyrir fjøltáttað praktiskt arbeiði við til starvið.

Umsókn við prógvi og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 24. februar 2021, kl. 10:00

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til leiðaran, tlf. 735891 Umsóknin skal sendast til: t-post: barn@hvannasund.fo

 

Aðrar tilvísingar