Stórur vøkstur í skattainntøkunum

Tað gongur væl í Hvannasunds Kommunu. Higartil í ár er komin næstan ein millión meiri inn í persónsskatti enn somu tíð í fjør.

Í prosentum svarar hetta til 17,74%. Miðal fyri alt  landið er 8,63%

Allar kommunurnar í Norðoyggjum hava vøkstur í skattainntøkunum uttan Fugloyar kommuna, ið, sum einasta kommuna í Føroyum hevur eina minking í skattainntøkunum.

Sí yvirlit yvir gongdina í skattainntøkunum frá Taks niðanfyri:

Gongdin í skattainntøkunum jan-mei-2019

Onnur tíðindi