Tað gongur væl í Hvannasunds Kommunu. Higartil í ár er komin næstan ein millión meiri inn í persónsskatti enn somu tíð í fjør.
Í prosentum svarar hetta til 17,74%. Miðal fyri alt landið er 8,63%
Allar kommunurnar í Norðoyggjum hava vøkstur í skattainntøkunum uttan Fugloyar kommuna, ið, sum einasta kommuna í Føroyum hevur eina minking í skattainntøkunum.
Sí yvirlit yvir gongdina í skattainntøkunum frá Taks niðanfyri:
Gongdin í skattainntøkunum jan-mei-2019