Tiltøkini halda fram til og við 13. apríl

Landsmyndugleikarnir hava boðað frá, at teir mæla til, at hildið verður fram við verandi tiltøkum ímóti útbreiðsluni av Covid-19 smittuni.

Kommunuskrivstovan verður tí stongd til og við 13 apríl. Um borgarar hava tørv á at koma í samband við kommunufyrisitingina, skulu tey skriva teldupost til hvannasund@hvannasund.fo ella ringja tlf. 735895/735899

Harafturat mæla mynduleikarnir til at kommunurnar leingja síni tiltøk á dagstovnaøkinum fram til og við 13. apríl. Í tráð við hesi boð frá landsmyndugleikunum fer Barnahúsið Imba framhaldandi at veita avmarkaðar tænastur fram til ásettu dagfesting frá landsmyndugleikunum.

Sostatt verður framhaldandi møguligt hjá foreldrum, ið ikki hava aðrar møguleikar, at fáa síni børn ansaði.

Onnur tíðindi