Trivnaðarnevndin

Hevur tú eitt ella fleiri góð hugskot, sum kunnu verða við til at betra um trivnaðin hjá borgarum í Hvannasunds kommunu? Nú hevur tú møguleika at hava ávirkan á, hvørji trivnaðartiltøk verða í 2021.
Send ein teldupost til hvannasund@hvannasund.fo við tínum hugskotum, so verða tey tikin við, tá trivnaðarnevndin fer at leggja tiltøk til rættis.

Seinasta freist at senda hugskot inn er mánadagin 1. februar kl. 12:00

Trivnaðarnevndin:

Hans Fuglø Christiansen

Sanna Akurstein

Jóna Eliassen

Onnur tíðindi