Troytt av slankikurum, ið ikki rigga?

Skeið við Duritu Poulsen, Cand. Mag & PBA í føðslu og heilsu

Hevur tú hug at fáa ein sunnari lívsstíl, men uttan at tað nú aftur snýr seg um ein “strangan” kur? Ja, so kom og ver ein partur av lívstílsskeiðnum, sum gevur  íblástur til hvussu hetta kann gerast. Skeiðið gevur eina grundleggjandi vitan innan heilsu, kost og vanar, og fer m.a. at snúgva seg um:

  • – Sunnan lívsstíl, samstundis sum tú kanst liva við princippinum um at onki er forboðið at eta.
  • – Hví er tað so ringt at vera uppá ein kur
  • – Metodir til hvussu tú kanst liva sunnari og eta heilsubetri.

 

Á skeiðnum fáa luttakarnir uppskriftir og annað viðkomandi tilfar.

Skeiðið varðar í 5 vikur og verður mánadag/kvøld. 10 luttakarar pr. hold.

Skeiðið verður í skúlanum á Fossánesi og byrjar mándagin 26. oktober. Kostnaður fyri skeiðið er 300 kr.

Hold 1 : kl. 17.00 – 18.30

Hold 2: kl. 19.00 – 20.30

Ring ella sms’a til Duritu á tlf. 263309 fyri at tekna teg.

 

Aðrar tilvísingar