Trygt og gott nýggjár

Í morgin byrja skúlarnir aftur og mugu vit taka atlit til koronatilmælini.

Fyrst av øllum eiga foreldur ikki at lata næmingar møta í skúla, um sjúkueyðkenni eru.

Næmingarnir hava lært seg bæði reinførið og frástøðu, men ein lítil áminning heimanífrá lættir um, at vit øll framhaldandi eru varin.

Hevur nakar í húskinum verið uttanlands, skal viðkomandi persónur í heimauppihald, til tann afturkomni er kannaður 6. dagin. Hini í húskikin kunnu virka sum vanligt í samfelagnum, um tann ferðandi fylgir tilmælunum sum standa niðanfyri :

Heimauppihald – tú ert nýliga komin til Føroya

· Tú ert heima við hús, men minst til at halda frástøðu á 2 metrar og hava gott reinføri, tá ið tú ert saman við familjuni/húsfólkinum

· Tú fært ikki vitjan.

· Skalt tú arbeiða, skal tað gerast heimanifrá.

· Tú kanst fara túr í egnum bili og vera úti í náttúruni, har onnur ikki eru. Halt teg frá øðrum.

Um tann ferðandi heldur øll tilmælini omanfyri, so kunnu familja/húsfólk virka sum vanligt í samfelagnum.

Bestu ynski um gott, trygt og koronafrítt nýggjár.

Myrna Lind Jacobsen, fyrstilærari

Aðrar tilvísingar