Í morgin byrja skúlarnir aftur og mugu vit taka atlit til koronatilmælini.
Fyrst av øllum eiga foreldur ikki at lata næmingar møta í skúla, um sjúkueyðkenni eru.
Næmingarnir hava lært seg bæði reinførið og frástøðu, men ein lítil áminning heimanífrá lættir um, at vit øll framhaldandi eru varin.
Hevur nakar í húskinum verið uttanlands, verður heitt á tykkum at lata næmingin verða við hús.
Bestu ynski um gott, trygt og koronafrítt nýggjár.
Myrna Lind Jacobsen, fyrstilærari