Umhvørvisátak – Royndarverkætlan við kompostíløtum

Sum eitt umhvørvisátak, fer Hvannasunds kommuna undir eina royndarverkætlan, har borgarar í kommununi hava møguleika at ogna sær eitt sokallað bokashi kompost ílat.

Royndarverkætlanin er í samstarvi við IRF, og er í stuttum at endurvinna matleivdir við hús. Eftir ávísum leisti, kann tilfarið í kompostílatinum gravast niður í mold. Hetta er eitt fet á leiðini, at taka matleivdir frá gráa posa, ið harvið lætnar munandi, og tískil verður minni brent á brennistøðini.

Er tú áhugað/ur at verða við í verkætlanini, kann tú senda ein teldupost til  hvannsund@hvannasund.fo, og viðmerkja, at tú vil verða við í verkætlanini.

Freistin er sett til 25 septembur 2020

Tey sum hava skrivað seg upp, fáa kompostílatið á einum kunningarfundi, ið væntandi verður í viku 40.

Onnur tíðindi