Hvannasund 09.05.2014
Ungdómshúsið í Barnahúsinum Imba
Endamál fyri ungdómshúsið í IMBA:
- Ungdómshúsið er eitt sjálvboðið frítíðartilboð fyri ung frá 7. flokki til og við 17 ár
- Opi er Týskvøld klokkan 19:00 til 23:00
- Í ungdómshúsinum er pláss fyri øllum ungum, ið hava aldur til tess.
- Ein reglugerð er til húsið, ið ein má halda seg til.
- Ynski er at ungdómshúsið er eitt stað har tey ungu hava tað gott og trygt, og foreldur kenna seg trygg við, at teirra barn kemur í ungdómshúsið
- Ynski er, at atmosferan í húsinum er góð og jalig
- Ynski er at tey ungu mennast og styrkjast av at koma í IMBA
- Við ymiskleikanum hjá teim vaksnu, ið varða av ungdómskvøldunum ynskja vit, at øll, ið koma í IMBA, fáa nakrar mennandi og hugnaligar løtur saman.
Reglugerð fyri ungdómshúsið IMBA:
- Í ungdómshúsinum IMBA:
- fara vit væl um hvønn annan og taka okkum væl av hvørjum øðrum
- tosa vit pent við hvønn annan
- tosa vit virðiliga og pent um hvønn annan
- happa vit ikki
- vísa, vit at øll menniskju hava stórt virði
- hava vit álítandi vaksin, ið tey ungu kunnu koma til við øllum
- læra vit av, at øll ikki eru eins
- læra vit, at øll menniskju duga til okkurt og hava ymiskar førleikar
- hava øll, ið koma inn á økið,ábyrgd fyri at fara væl um uttandura økið
- hava øll, ið koma inn í IMBA ábyrgd fyri at fara væl um húsið og ognirnar í húsinum
- taka vit væl upp eftir okkum
- ganga vit inni í inniskóm ella hosum
- vit roykja slettis ikki á økinum hjá Imba (brot á hesa reglu ger, at tú ikki kanst koma í IMBA í eina viku)
- einki alkohol kann nýtast á økinum hjá Imba (brot á hesa reglu, ger at tú ikki kanst koma í IMBA í eina viku)
- eingi rúsevnir kunnu nýtast á økinum hjá IMBA(brot á hesa reglu, ger at tú ikki kanst koma í IMBA í eina viku)
- súkklur , prutl, skutarar og knallertir, kunnu als ikki koma inn um hegnið í IMBA
- súkklur, prutl, skutarar og knallertir, eiga ikki at koyra á grúsvegnum í økinum ímillum skúlan, Imba og Múlavegin
- mugu mynda, ljóð og film upptøkur,verða í samráð við tey vaksnu og ikki til skaða fyri nakran.