Ungdómshúsið Fossdalur

Hvannasund 09.05.2014

Ungdómshúsið í Barnahúsinum Imba

Endamál fyri ungdómshúsið í IMBA:

  • Ungdómshúsið er eitt sjálvboðið frítíðartilboð fyri ung frá 7. flokki til og við 17 ár
  • Opi er Týskvøld klokkan 19:00 til 23:00
  • Í ungdómshúsinum er pláss fyri øllum ungum, ið hava aldur til tess.
  • Ein reglugerð er til húsið, ið ein má halda seg til.
  • Ynski er at ungdómshúsið er eitt stað har tey ungu hava tað gott og trygt, og foreldur kenna seg trygg við, at teirra barn kemur í ungdómshúsið
  • Ynski er, at atmosferan í húsinum er góð og jalig
  • Ynski er at tey ungu mennast og styrkjast av at koma í IMBA
  • Við ymiskleikanum hjá teim vaksnu, ið varða av ungdómskvøldunum ynskja vit, at øll, ið koma í IMBA, fáa nakrar mennandi og hugnaligar løtur saman.

 

Reglugerð fyri ungdómshúsið IMBA:

  • Í ungdómshúsinum IMBA:
  • fara vit væl um hvønn annan og taka okkum væl av hvørjum øðrum
  • tosa vit pent við hvønn annan
  • tosa vit virðiliga og pent um hvønn annan
  • happa vit ikki
  • vísa, vit at øll menniskju hava stórt virði
  • hava vit álítandi vaksin, ið tey ungu kunnu koma til við øllum
  •  læra vit av, at øll ikki eru eins
  • læra vit, at øll menniskju duga til okkurt og hava ymiskar førleikar
  • hava øll, ið koma inn á økið,ábyrgd fyri at fara væl um uttandura økið
  • hava øll, ið koma inn í IMBA ábyrgd fyri at fara væl um húsið og ognirnar í húsinum
  • taka vit væl upp eftir okkum
  • ganga vit inni í inniskóm ella hosum
  • vit roykja slettis ikki á økinum hjá Imba (brot á hesa reglu ger, at tú ikki kanst koma í IMBA í eina viku)
  • einki alkohol kann nýtast á økinum hjá Imba (brot á hesa reglu, ger at tú ikki kanst koma í IMBA í eina viku)
  • eingi rúsevnir kunnu nýtast á økinum hjá IMBA(brot á hesa reglu, ger at tú ikki kanst koma í IMBA í eina viku)
  • súkklur , prutl, skutarar og knallertir, kunnu als ikki koma inn um hegnið í IMBA
  • súkklur, prutl, skutarar og knallertir, eiga ikki at koyra á grúsvegnum í økinum ímillum skúlan, Imba og Múlavegin
  • mugu mynda, ljóð og film upptøkur,verða í samráð við tey vaksnu og ikki til skaða fyri nakran.