Útboð av reingerð – Barnahúsið Imba

Útboð av reingerð

Reingerð av dagstovninum IMBA á Fossánesi verður hervið boðin út.

Samlaða gólvvíddin á dagstovninum er 658 m2 í einari hædd.

Kommunan veitir amboð og vaskilút til reingerðina. Egið innaneftirlit skal vera innroknað í tilboðið.

Frágreiðing um reingerðina kunnu fáast við at senda teldupost til hvannasund@hvannasund.fo

Tilboð kunnu latast inn í afturlatnum brævbjálva til Hvannasunds kommunu, Sundsvegur 6 – 740 Hvannasund, ella við at senda teldupost til hvannasund@hvannasund.fo

Tilboðini skulu vera inni í seinasta lagi 20. januar 2021 kl 12.00

Kommunan tilskilar sær rætt til at vraka tilboðini, um nøktandi prísur ella tilfar ikki fyriliggur.

Hvannasunds Kommuna

Onnur tíðindi