Freistin at lata inn valevnislistar til kommunuvalið 2020 var úti kl. 18.00 tann 20.10.20 og tað kom ein listi inn.
Á listanum eru 9 valevni, 5 menn og 4 kvinnur.
Listi A:
- Jákup Martin Poulsen, aliformaður
- Ingrid Petersen, borgarstjóri
- Katrin Margreta Næs, fyrrv. miðnámsskúlalærari
- Pól Fuglø, formaður/samskipari
- Albert Johannesen, smoltalari
- Malena F. Sivertsen, stýrimaður
- Sanna Akurstein, fólkaskúlalærari og BA í samfelagsfrøði
- Jákup Ingi Thomsen, ljóðtøkningur
- Hans Fuglø Christiansen, alari
Atkvøðugreiðslan á kommunuvalinum týsdagin 10. november 2020 verður í skúlanum á Fossánesi.
Atkvøtt verður frá kl. 10.00 til kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg.