Síðani 1 mei í fjør hava allir nýføðingar í kommununi fingið vælkomstgávu og havt vitjan av umboðum frá kommununi.
Í dag vóru borgarstjórin og skrivarin á gátt hjá Remi og Sólvá Sørensen og 11 daga gomlu dóttir teirra.
Barnatalið í kommununi hevur seinastu árini verið støðugt lækkandi. Ongantíð fyrr hava so fá børn gingið í skúlanum á Fossánesi sum nú.
Onkrir árgangir eru heilt smáir, niður í tvey børn, men nú tykist vend vera komin í, tí seinasta árið eru 10 børn fødd í kommununi.
Vit ynskja enn einaferð lítlu familjuni hjartaliga til lukku og alt tað besta.