Kunning

Rundskriv um frítíð og frídagar í fólkaskúlanum skúlaárið  2020/2021


Heystfrítíð:
 
                            

leygardagin 10. oktober – sunnudagin 18. oktober


Jólafrítíð:
                                

leygardagin 19. desember – sunnudagin 3. januar


Páskafrítíð: 
 
                           

leygardagin 27. mars – týsdagin 6. apríl


Dýri Biðidagur:
 
                     

fríggjadagin 30. apríl


Kr. Himmalsfarardagur:
 
        

hósdagin 13. mai


Skúlans frídagur:
 
        

fríggjadag 14. mai


Hvítusunnufrítíð:
 
                  

leygardagin 22. mai – mánadagin 24. mai


Summarfrítíð: 
                        

leygardagin 19. juni – týsdagin 17. august

 

Galdandi frá 1. august 2019 er skúladagatalið hjá næmingum fólkaskúlans 193 dagar, meðan skúladagatalið hjá lærarum og leiðslu skúlans framhaldandi er 198 dagar, sí rundskriv um árliga skúladagatalið í fólkaskúlanum frá 29. apríl  2019.

Allir nevndu dagar í rundskrivinum um frítíðir og frídagar verða roknaðir sum frídagar. Í skúlaárinum 2020/21 eru 2 dagar til taks, ið skúlamyndugleikarnir á staðnum kunnu brúka sum frídagar. Hetta skúlaárið eru hesir dagar lagdir týsdag tann 6. apríl beint eftir páskafrítíðina og fríggjadagin 14. mai beint eftir Kristi Himmalsfarardag.