Tøk grundstykkir í Hvannasunds kommunu

Prísurin fyri grundstykki er kr. 69,- fermeturin + tinglýsing o.a. Tó er prísurin fyri nýggju útstykkingina Undir Gerðhamri kr. 200 fermeturin + tinglýsing o.a.

Tað er frí barnaansing í kommununi. Barnagarðurin er í Norðdepli og eitur Barnahúsið Imba. Har er vøggustova, barnagarður, forskúlabólkur og frítíðarskúli. Skúli er eisini í kommununi, skúlin á Fossánesi. Har ganga børnini frá 1. til 7. flokk. Bæði í Hvannasundi og Norðdepli eru nýggj spælipláss og fótbóltsvallir. 

Áhugaði kunnu ringja ella skriva til Hvannasunds kommunu tlf. 452007 teldupost hvannasund@hvannasund.fo 

Hvannasunds kommuna hevur grundstykki til sølu, tað er matrikkul nr. 93k í Hvannasundi. Grundstykki er 742 fermetrar og liggur fram við blindan veg og tætt uppá spælipláss og kaiøki. 

 

Hvannasunds kommuna hevur grundstykki til sølu, tað er matrikkul nr. 146a í Norðdepil. Grundstykki er 3567 fermetrar, tó vera allir fermetrarnir ikki seldir, tekningina á myndini er áleið 1600 fermetrar. Grundstykki liggur fram við blindan veg og tætt uppá skúla, barnagarð og fjøru. Um keypt verður til sethúsabygging, verður grundøki frábýtt eftir nærri avtalu. 

 

Hvannasunds kommuna hevur grundstykki til sølu, tað er matrikkul nr. 64l í Hvannasundi. Grundstykki er 501 fermetrar og liggur fram við veg og tætt við fótbóltsvøll og fjøru.

 

 

Arbeitt verður við nýggjar útstykking Undir Gerðhamri í Hvannasundi -  innan heilt stutta tíð verða tey lýst sølu.