Leys størv

Hvannasunds kommuna søkir eftir tveimum reingerðarfólkum til Barnahúsið Imba á Fossánesi.

Vit sóknast eftir tveimum dugnaligum og ágrýtnum fólkum, sum kunnu arbeiða sjálvstøðugt.

Talan er um føst størv, og royndartíðin er 3 mánaðir. Tímatalið er 20 tímar í part um vikuna og verður lønt sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Kommunuskrivstovuna.

Umsóknir skulu vera Hvannasunds kommunu,  í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 22. september á middegi við telduposti til hvannasund@hvannasund.fo  ella við brævi til Kommunuskrivstovuna,
Sundsvegur 6, 740 Hvannasund.