Leiðari: Karolina Ejlersdóttir Sørensen, námsfrøðingur, tlf. +298 735896
Teldupostur: fritidarskuli@hvannasund.fo
Frítíðarskúlin: tlf. +298 735889
Frítíðarskúlin er eitt frítíðartilboð, til børn í 1, 2 og 3. flokki.
Frítíðarskúlin er staðsettur í Norðdepli, og liggur í náttúruvinarligum umhvørvi, beint við fjøru, haga og Fossá.
Eisini er eitt spælipláss og fótbóltsvøllur ein partur av uttandura umhvørvi Frítíðarskúlans.
Frítíðarskúlin er staðsettur í skúlanum á Fossánesi. Her hava vit tvær stórar stovur at rúmast í, eina kantinu, har vit eta matpakka og miðmála, og eisini eina fimleikahøll.
Endamál
Endamál Frítíðarskúlans er, at børnini eftir loknan skúladag, sleppa at menna seg sálarliga, málsliga, persónliga, rørsluliga, handaliga og megna at knýta og varðveita vinarbond, í einum tryggum umhvørvi saman við vegleiðandi vaksnum.
Í Frítíðarskúlanum, er virðingin fyri frítíð barnins í hásæti, og tískil raðfesta vit kreativt arbeiði, har børnini sleppa at nýta teirra hugflog, túrar og virksemi úti í náttúruni, og fría spælið – sum ein grundleggjandi grundarstein, í virkseminum hjá Frítíðarskúlanum.
Vit leggja dent á einstaka barnið, tískil hava vit eisini barnafundir, har barnið sleppur til orðanna, og kann koma við hugskotum, ynskjum o.a. Eisini eru barnafundirnir eitt frírúm, til at seta orð á undranir og avbjóðingar – har vit vaksnu eggja, stuðla og hjálpa tí einstaka barninum at seta orð á, og sleppa framat, og bíða eftir túri.
Vit bjóða børnunum umstøður og karmar, til at fara undir ella taka lut í ymsum virksemi.
Somuleiðis leggja vit stóran dent á frítíð barnsins, at barnið sjálvt, saman við vegleiðing frá teim vaksnu, kann skipa sín dag.
Børnini eta matpakka í kantinu skúlans, saman við starvsfólkum úr Frítíðarskúlanum, áðrenn tey fara innar í Frítíðarskúlan
Børnini fáa bjóða miðmála uml kl 14.00
Gerandis dagurin
- Frítíðarskúlin er opin hvønn dag eftir skúlatíð, til kl 16:30
- Frítíðarskúlin hevur eisini opið í Heystfrítíðini (Nærri kunning kemur, um upp og afturlatingartíðirnar í Heystfrítíðini)
- Frítíðarskúlin er fyri børn ið ganga í 1- 3 flokki í skúlanum á Fossánesi
- Avlýsir skúlin skúlagongdina vegna veður, hevur Frítíðarskúlin eisini avlýst/stongt.
- Summaransing er, frá skúlin hevur summarfrí – 21/6-25 til 11/7-25 (Nærri kunning, um upp og afturlatingartíðirnar í Summarfrítíðini koma á vári)
- Frítíðarskúlin letur upp aftur, eftir lokna summarfrítíð mikudagin 13/8-25
- Børnini skulu skrivast upp til summaransing, og fáa tit eitt skriv um hetta.
Frídagar
Umframt sunnu- og halgidagar eru at rokna sum serstakir frídagar: Jólaaftan, nýggjársaftan, flaggdagur, Òlavsøkudagur, páskaaftan, hvítusunnuaftan, og ólavsøkuaftan.
Grundlógardagin hevur Frítíðarskúlin stongt
Frítíðarskúlin fylgir jólafrítíð og páskafrítíð skúlans. Tá skúlin hevur jólafrí og páskafrí, hevur frítíðarskúlin stongt.
Frítíðarskúlin fer í jólafrí hósdagin 21/12-24 – mánadagin 06/01-25
Páskafrí Frítíðarskúlans er frá leygardegnum 12/4-25 – mánadagin 21/4-25
Summarfrítíð Frítíðarskúlans er í viku 29, 30, 31, 32 og partvís viku 33. Frá mánadegnum 14/7 til týsdagin 13/8, nevndu dagar taldir við
1-2 ráðleggingardagar eru um árið í Frítíðarskúlanum, um heystið og um várið, tá er stovnurin stongdur. Tit fáa kunning um hetta nakrar vikur frammanundan ráðleggingardegnum.
Fráboðanarskylda
- Boðast skal frá um barnið ikki kemur í Frítíðarskúla.
- Minnist til, at boða einum starvsfólki frá, tá barnið fer heim
Telefonir
- Barnið kann hava egna telefon liggjandi í jakkalummanum ella skúlatasku, men ikki vera nýtt í Frítíðarskúlanum.
- Skulu tit geva barninum onkur boð, ella ringja og siga, at barnið skal ganga heim osfr. Ynskja vit at tit ringja ella senda boð á INTRA
Sjúka
- Er barnið sjúkt, ella hevur onkra smittuberandi sjúku s.s eygnabruna, lús, barnasár, barnaorm osfr. Kann barnið ikki koma í Frítíðarskúla.
- Foreldur hava skyldu til at boða Frítíðarskúlanum frá, um barn teirra fær onkra smittuberandi sjúku, soleiðis at øll foreldur fáa kunning um hetta
- Um barnið ikki hevur verið í skúla vegna sjúku, kann barnið ikki koma í Frítíðarskúla
- Boðið frá, tá barnið er heima vegna sjúku
- Hetta kann gerast á INTRA
Klæðir
- Latið barnið í eftir veðrinum
- Barnið skal altíð hava skiftiklæðir á stovninum
- Klæðini skulu vera merkt við navni
2 sett av skiftiklæðum s.s sokkar, undirklæðir, blusu, og buksir. Eisini skulu tey hava regnklæðir, kavadrakt, húgvu, vøttir/handskar, og stivlar.
Foreldrini hava ábyrgd av skiftiklæðum og øðrum hjá barninum, og syrgja fyri at tey hava røttu klæðir á stovninum.
Leikur
- Eftir avtalu við starvsfólkini, kann barnið hava leikur við á stovn. Tó hevur stovnurin ikki ábyrgd av, um leikur barnsins brotna, ella hvørva
Avtalur
- Um børnini skulu heim við øðrum børnum, skal greið avtala gerast frammanundan. Og starvsfólkið fáa boð um hetta
Àbyrgd
- Frítíðarskúlin hevur ábyrgd av børnunum, frá tey koma til tey vera avheintaði
- Frítíðarskúlin hevur ikki ábyrgd av, at børnini fara til frítíðarvirksemi og annað uttanfyri stovnin
Føðingardagar
Øll børn vera fagnaði í Frítíðarskúlanum á teirra føðingardegi, og fáa eina føðingardagsgávu frá Líradali
Barnið kann tó bjóða okkurt smávegis í Frítíðarskúlanum, tá barnið hevur føðingardag, um barnið og foreldur ynskja hetta
Skulu starvsfólkini koma heim við í føðingardag, má hetta vera millum 11.00 og 16.00, og øll børn boðin við
Foreldur kunnu altíð venda sær til starvsfólkið, við spurningum ella ivamálum.
Við ynski og vón um eitt gott samstarv
Vinarliga
Líradalur